Nætur níggju – Hamradun

kr. 103kr. 239

Katalognummar: HJF648
Útgávuár: 2024
Sangir: 10

Vørunummar: HJF648 Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Nætur níggju

1. Nætur Níggju
Um Óðin valfaðir sum letur seg ofra til sín sjálvs fyri at fáa skaldagávur, vísdóm og skilja rúnarskrift og lívsins loyndarmál.

2. Ravnur
Um ravnin og hansara rægammalív – Óðins boðberi, ið sær og hoyrir alt. Í fornari tíð hámettur og virdur men seinni veiddur og ynsktur burtur á øllum leiðum – nevtoll og veingjaskot.

3. De røvere 12
Upprunaliga mett at vera miðaldar gomul vísa úr Danmark – lagið er norskt. Tolv røvarir gera seg inn á húsbónda og vilja drepa hann – boð verða send eftir aðalmanninum Herr Peter Hoseøl og endar við at allir 12 verða hongdir, hóast teir bjóða 12 kistur av gulli fyri, at teirra lív skal sparast!

4. Ægir
Um Ægir og frúgv hansara Rán. Tey eru havsins gudar og ráða yvir tí salta sjógvi og feska vatnið. Tolin tey bíða eftir fongi, øld eftir øld.

5. Brestiskvæði
Kvæði um brøðurnir Brestir og Beinir og um teirra lagnu. Verða báðir dripnir av Trónda og hansara monnum og er hetta byrjanin uppá stríðið um valdið í Føroyum og høvuðstema í Føroyinga Søgu.

6. Náttargestir
Um at verða einsamallur á ferð í føroyskum fjøllum eftir gomlum bygdagøtum! Á nátt verður alt livandi og so skjótt, sum tað lýsur fyri degi, gerst alt aftur steindeytt! Sangur um trøll og huldufólk.

7. Hildinakvæði
Einasta skrivaða tilfar eftir tí gamla norrøna málinum NORN, ið fanst á Orkney og Hetlandsoyggjunum. Sungið verður á føroyskum og á útdeyða málinum!

8. Vargalív
Um Torkil Turrafrost, eisini nevndur Úlvur í Føroyinga søgu. Livur útlagin í norsku fjøllunum og er tann sum tekur sær av Sigmundi og Tóra tá teir koma til Noregs! Bleiv útlagin fyri at drepa svigarpápa sín og rýmdi við unnustu síni upp í fjøllini.

9. Sálareldur
Um at liggja á síðsta strá – lívið er liva og bíða verður eftir at nornurnar trína út á gólv til tín síðsta dans! Far í dansin við tí síðsta tú eigur.

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/naetur-niggju-1

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Pól Arni Holm

(orð, lag á 1-2; orð á 4, 6, 8-9; lag og týðing á 7)

Mikkjal á Ryggi

(orð á 5)

Uni Debess

(lag á 2, 4, 6, 9)

John Åge Frost

(lag á 5, 8)

Finnur Hansen

(lag á 7)

Tónleikarar

Framleiðsla

Uni Debess

(framleiðsla, ljóðbland)

Tony Lindgren

(frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki