Marius Ziska er aftur við einum nýggjum staklagi av komandi fløgu síni, RÚM, eftir at hava spælt The Great Escape í Brighton, og 3 útseldar konsertir við Symfoniorkestri Føroya og komandi konsertferð í Danmark 23. til 25. november.
Við nýggju fløguni, RÚM, megna Marius Ziska at taka tónleikin upp á enn eitt hægri støði innan elektriskan tónleikaskap. Umframt seksmannabólkin, sum hevur verið Marius Ziska seinastu mongu árini, sær hendan fløgan eitt íkast frá heimskenda Rob Moose, sum hevur yrkt og spælt streingjaútsetingarnar á nøkrum av løgunum. Fløgan hevur heitið RÚM, sum kann merkja bæði rúm (stova, høli) og rúm (øki, umhvørvi) á føroyskum. Heitið fangar kjarnuna í føroysku tekstunum væl, við tað at teir sveiggja millum tað heilt persónliga og inniliga til teir stóru eksistentiellu spurningarnar um modernaðu tilveruna í eini seinmodernaðari tíð.