Til børnini hjá børnunum!
1. Ein drongur gekk i haganum
Words & music: Annika Hoydal
Ein drongur gekk í haganum,
hann hevi ber í maganum,
hann fekk sær vatn úr tjørnini,
hann mundi tømt øll vøtnini,
hann hevdi ilt í beininum,
og sovnaði á steininum,
og burtur var við streyminum.
Og faldiraldiri og tralaley
har undir steini búgva tey
og faldiraldiri og píka sjey
mamma og babba bæði tvey
og faldiraldiri og tralalalaley
pikka, pikka lítla diddan hey.
Í dreymi komu ljóðini,
ja, kanska út úr skógini.
Hvør mundi eiga nístini,
tey pikkalítlu gnístini?
Tað var í lítla heiminum
har undir gráa steinunum,
í vøgguni lá diddan grá,
foreldrini tey vóru hjá.
Tað var eitt lítið gráligt par,
sum búði undir steini har,
tá drongur nam við teirra stein,
grátt-undir-steini-diddan hvein,
hon lá har undir dýnuni,
og haðan komu hvínini,
og mamman sat hjá vøgguni,
sum stóð har mitt í døggini.
Hon ruraði og mussaði,
men diddan bara sussaði,
hon ruraði og sang og kvóð,
men diddan var slett ikki móð
hon ruraði og ruggaði,
men einki var sum uggaði
og mamman illa orkaði,
og pápin bara snorkaði,
Og ikki diddan tagnaði,
hon geylaði og vaknaði,
og mamman græt og illa læt,
á góða, halt nú skjott uppat,
at enda mamman dovnaði,
tá var tað diddan sovnaði,
nú undir steini friður var,
tey høvdu lagt seg niður har.
Nú drongurin á steinunum
hann frískur var í beininum,
hann vaknaði úr dreyminum
har í tí góða deyminum,
hann lá í summarlynginum,
og sá mót sólarkringinum,
hann kendi svongd í maganum,
so ran hann heim úr haganum.
Faldiraldiri og tralaley
undir steini búgva tey
faldiraldiri og pika sjey
mamma og babba bæði tvey
faldiraldiri og tralalalaley
pikka, pikka lítla diddan hey.
2. Kvøldbøn
Words & music: A. A. Milne & Annika Hoydal
Translation: Gunnar Hoydal
Við sína song lítil drongur á knæ,
høvdið í hondunum, hvør er nú tað?
Tig, tig, sig ikki meir,
Kristoffur Rói sum biður, ja hoyr:
Gud, vælsigna tú mammu, ja,
tað var so stuttligt í kvøld í bað,
tað heita heitt og so kalt er kalt.
Og valsigna babba, nú mintist eg alt?
Millum fingrarnar síggi eg Daddu, á, á!
Har við hurðina stendur hon, hon er blá,
hon er í sínum náttkjóla, tá er hon móð.
Gud, vælsigna Daddu, so hon verður góð.
Liggi í seingini, hon er stór,
og dýnan upp um høvdið nú fór,
og eg blundi fast og so hart, eg vil,
so eingin skal vita, at eg eri til.
Takk fyri ein so góan dag.
Og so var eitt annað, men hvat var tað?
Vælsigna babba? Nei, tað segði eg,
á jú, jú nú minnist eg: vælsigna meg.
Við sína song lítil drongur á knæ,
høvdið í hondunum, hvør er nú tað?
Tig, tig, sig ikki meir,
Kristoffur Rói sum biður, ja hoyr!
3. Nú vil eg
Words & music: Annika Hoydal
Nú vil sova, tí eg eri mær so góð
nei, tvætl, eg lúgvi alt, nei, tvætl eg lúgvi alt
lús og flús, høsn og møsn
svabb og gabb og babb og blabb
nei, nei, nei
Nú vil eg sova, tí eg eri mær so móð
Nú vil eg eta, tí eg eri mær so trong
Nú vil eg eta, tí eg eri mær so svong
Nú vil eg drekka, tí eg eri mær so trist
Nú vil eg drekka, tí eg eri mær so tyst
Nú vil eg renna, tí eg eri mær so hvølvd
Nú vil eg renna, ti eg eri mær so køld
Nú vil eg hvíla, tí eg eri mar so feit
Nú vil eg hvíla tí, eg eri mær so heit
Nú vil eg gráta, tí eg eri mær mett
Nei, tvœtl eg lúgvi….. nei, nei, nei
Nú vil eg gráta, tí eg eri mær so kedd
Nú vil eg sova, tí eg eri mær so móð…
4. Útferð
Words & music: H.A. Djurhuus & Annika Hoydal
Her eru heygamir,
har búgva dreygamir.
Fram gjøgnum lyngin
runt allan ringin.
Upp, upp um heygarnar;
vit vinna dreygarnar!
Her eru fløturnar,
kennir tú gøturnar?
Kombikk í tjørnum,
frálíkt hjá børnum.
Far úr um føturnar,
nýt hesar løturnar.
Heim gjøgnum tokuna.
Upp, upp um slokuna.
Sirmar á gøtu,
skýmir á fløtu.
Lat upp nú lokuna.
Ræddist tú tokuna?
5. Á nei, for hundan
Words & music: Annika Hoydal
Hvør eigur hundin Fís-og-snýs
so gulur sum ein ostaflís
hann gongur runt og snoddar
ímillum tíggju koddar
Forundarligt, forhundarligt
har niðri livir okkurt fitt
tað er eitt lítið reiður
ein eiturkoppur eigur
Á nei, for hundan
nú rann hann undan
Kom her tín býtti koppurin
sig hvussu eitur kroppurin
og sig mær gert tú eitur
tá koppurin er heitur?
Nú spela báðir harífrá
tann lítli tuskar niðaná
um hundalond og soppar
tað endar við hann koppar
Á nei, for hundan
nú rann hann undan
Men Fís-og-snýs er skjótari
og kanska er hann ljótari
fær fast í eiturkoppin
sum helt at hann var sloppin
Hann sprellar móti sólini
og eingin hoyrir skrólini
eitt runt við ongum hala
og átta bein sum mala
Á nei, for hundan
nú gongur undan
Á svørtum baki koppaður
men innan er hann gloppaður
har liggur hann og lýsir
og ger at Físur snýsir
So gulur eri eg sum tú
á búkinum, tað sært tú nú
sum sól er undirkroppur:
ein eitursóljukoppur
Á jú, for hundan
nú slapp hann undan
6. Maria, blíða
Words & music: Skjaldur & Annika Hoydal
Maria blíða,
Jesus lati sólina skína.
Vátt er um vegin.
Summi halda eystur,
summi halda vestur,
og summi middagstíman
neytunum at mjólka.
7. Neytakonur
Words & music: Christian Matras & Annika Hoydal
Neytakonurnar ganga nú sunnan úr høgum
við biðum á baki og móðar í knøum.
Skvatlar mjólk í biði, og prikar undir iljum
lyngurin á heiði og eyrurin í giljum.
Heima liggur lítlin og svevur.
Neytakonurnar ganga nú sunnan at gørðum,
ganga á træðri og líkjast fjallavørðum,
sum fóru til gongu, tá dimmið kom á heiði.
Nú opnast teimum grindin og bygdarvegur breiði.
Heima liggur lítlin og svevur.
Neytakonurnar knugga nú tungt gjøgnum bøin.
Kettan har heima stundar trátt á løgin,
leggur gjøgnum grasið, tá neytakonan kemur
við nátt á baki og biðinum á tremur.
Heima liggur lítlin og svevur.
8. Eingilin
Words & music: (H. A. Djurhuus / Annika Hoydal)
Ein hvítur eingil av himni
vitjar børnini smáu.
Í rósubáti hann situr
og siglir í rúmdini bláu.
Hann lendir á gluggakarmi,
tá tólvti tími er sligin,
og inn í kamar títt kvirra
verður rósubáturin drigin.
Tá angar av himneskum rósum
úr ævinnar urtagarði.
Av lívsins rósu og deyðans
er gjørt hetta rósufarið.
Eingilin blíðar dreymar
ber teimum sovandi smáu,
so fer hann í rósubátin
og hvørvur í rúmdini bláu.
9. Steinstólpan
Words & music: Mikkjal á Ryggi & Annika Hoydal
Ein steinstólpa í morgun glað
nýkomin heim av ferð
so blídlig bað mær „Góðan dag!
enn ert tú gamli her.
-Tjipp tjirrri jirri ji-
Eg eri komin við.”
Á varðarnar og garðarnar
hon festir fríðan fót
og snarar sær til stararnar:
“Ja, gott er Føroya grót,
-tjipp tjirri jirri ji-
her hvílast vit i frið”.
Mær gjørdist leitt við landið heitt,
men leiðin heim var long,
og havið breitt er ikki greitt,
tað lúgvar lítlan vong,
– tjipp tirri jirri ji-
tað var eitt strævið stig.
So frísk og fró eitt fagnarljóð
eg leggi í mín song,
um troytt og móð, ein mola tó
eg finni mær til fong,
-tjipp tjirri jirri ji-
ein mýggjabita við.
Úr suðurætt eg veit mín skatt
nú stevna yvir skørð,
eitt reiður í tí gomlu rætt
vit gera sum í fjør,
– tjipp tjirri jirri ji-
tú gev oss góðan grið.
Tey smáu egg, tey bláu egg,
tey livna so ein dag,
og uttan steðg í rættarvegg
vit bera føði glað
-tjipp tjirri jirri ji-
upp í tey lítlu kvið.”
10. Mamman leggur lítlan at sova
Words & music: Christian Matras & Annika Hoydal
Sov nú, sov nú lítli mín
mamma skal goyma bátin tín.
Pápi skal verja teg mót øllum vanda.
Í morgin fer sólin at rísa,
heimurin allur at lýsa.
Tá ber lítli fótur tín
teg so víða sum sólin skín.
Mamma biður góðvættrar yvir tær standa.
11. Snigla sorgarljóð
Words & music: Annika Hoydal
Morsnigilin morreyði,
hoyrdi tú, hvat ið hann segði:
Her komi eg, her komi eg,
eg eri komin langan veg,
her er vátt, her er kalt,
ei, ei, ei, ei,
og alt ov nógv er asfalt,
ei, ei, ei, ei, ei, ei, ei, ei,
mær leingist!
Mormamma mín meg sendi,
á blaðsalati eg lendi,
eg helt eg slapp úr stríð og neyð
til rótakál og blómubreyð,
her er regn, her er vátt,
ei, ei, ei, ei,
og her er kuldi og her er grátt,
ei, ei …..ei,
mær leingist!
Her eru sniglar svartir
og ikki reyðir og bjartir,
teir skríða í skræðu, hava gron
og snakka svart í telefon
lova brand, lova bál,
ei, ei, ei, ei,
og tosa bara norðoyamál
oy, oy, oy, oy,
ei, ei, ei, ei,
mær leingist!
Krokar morreyður snigil
hoyrir morðgírigan riðil,
tú snedigi snigil, far avstað!
krógvar seg undir rabarbublað
eingin sól, einki hús,
nei, nei, nei, nei,
nú syngi eg ein sniglablús,
ei, ei, …ei, ei,
mær leingist!
12. Gáta (tungan)
Words & music: Gáta & Annika Hoydal
Eg veit eina, ið væl hon býr,
dagar og nætur hon sær snýr,
snýr hon sær í sínum bondum,
stjelur út av øðrum londum,
hon er sær so lítil og sæl
hon er betur enn gull og fæ.
Hetta er ein gáta,
nú sig mær bara, hvat er tað?
13. Tvær smáar grýlur
Words & music: Annika Hoydal
Eftir vegnum leiðandi, mánin lýsir gylt,
ganga smáar grýlur tvær, alt er púra stilt
drongurin er bangin, gentan meira svinn
koma fram á eini hús, grýlur lúra inn.
Í tí heita køkinum skeinkir mamman te
hvør vil hava mjólk útí, er tað bara eg?
Fýra børn sum klandrast, eingin veit um hvat
pápin leggur blaðið burt, gevið nú uppat.
Lítla grýla teskar hart, torir ikki við
systir skeldar far nú inn, halt so munn og tig
tekur hon í hurðina, loypur inn í køk
rumm, trumm, trumm og fjørið mítt, rópar púra svøk.
Níst av børnum bóltandi, sansaleys og kløkk
grýlurnar í durunum loypa á tey kvøkk
ljóta grýlan ýlir, øgilig og óð
trølladansur trallalei, kristnamannablóð.
Gekkaskortur fúlur er, trampar fram á gólv
koma vit at taka børn trý korter til tólv
draga tey í fjøllini, ganda tykkum øll
fjørið mítt við maðkum í, snor og torvatrøll.
Lítla grýla øtast við, komin er í neyð
svartir skuggar dansa, vilja taka tey
koyrir undir stóru grýlu: Systi, kom av stað
tað eru bara vit bæði, ha, góða tú sig ja.
14. Dreymahav
Words & music: Gunnar Hoydal & Annika Hoydal
Mítt allarbesta, fitta nøll
mín sól, mitt himmalskin
nú vilt tú sova, lítla døll
nú ert tú móð og lin.
Hygg myrkrið blundar úti har
og gloymir síni nøvn
nú syngur havið fyri tær
at rura teg í svøvn.
Ja, fram og aftur rurar tað
og fyllist upp í sinn
í tínum eygum sama lag
har dregur út og inn.
Har spæla aldur kom og far
ímillum eygnalok
eg síggi dreymar losna har
og fara út á strok.
Hvat rekur har, ja hvat man dríva
um títt dreymahav?
Nógv meira enn tað lítla lív,
sum tú ert komin av.
Mítt himmalljós, mítt minsta nøll,
tú sokkur inn í frið
nú ert tú sovnað, lítla døll
nú svevur havið við.
15. Nes og nes
Words & music: Annika Hoydal
Eitt lítið torvatrøll tað loypur des úr des
tað loypur des úr des
til torvatrøllið sær
heilt inn á Trøllanes
Ein lítil skarvapisa trampar fles úr fles
hon trampar fles úr fles
til skarvapisan sær
heilt út á Skarvanes
Ein lítil mykjufluga flýgur ves av ves
hon flýgur ves av ves
til mykjuflugan sær
heilt út í Mykines
Ein lítil slættibøka suffar jes, ájes
hon suffar jes, ájes
til slættibøkan sær
heilt upp á Slættanes
Ein lítil hvítabjørn hon sigur les og les
hon sigur les og les
til hon fær lesað seg
heilt heim til Hvítanes
Eitt lítið krákuting fær sterkt lakres lakres
tað fær sterkt kres lakres
til krákutingið fer
heilt út í Tinganes
16. Dreymur
Words & music: Annika Hoydal
Eg eri í einum staði,
har sum eg ikki plagi,
har er ein grønur hagi,
sum er í størra lagi.
Eg sveimi
í øðrum heimi,
har alt kann henda,
sum hevur ongan enda
tað er ein løgin ferð
í míni dreymaverð.
Tá er tað eg uppdagi
tað stóra, høga træið,
heilt fult av fínum fræi
og døgg á hvørjum blaði.
Og eina grein eg sagi,
so døggina eg spjaði,
sum regn í sól er slagið,
eg standi sum í baði.
Men á, mín tjúkki magi,
hann spreingir míni klæði,
tey tódna øll í bræði,
úr økslini í knæið.
Bert eftir er ein kragi,
og hann fekk lambamæið,
tað rodnar og er smæðið
sum eg – vit rodna bæði.
Eg sveimi
í øðrum heimi,
har alt kann henda,
tað fekk ein ringan enda,
tað var ein løgin ferð
í míni dreymaverð.