Lýsing
Sakni teg enn
Tormóður við føroyskum lagið!
Hoyvíkingurin, sum áður hevur gjørt um seg við løgum á enskum og donskum, gevur út sítt fyrsta lag á móðurmáli sínum, saman við Mariu á Lakjuni.
’Sakni teg enn’, sum er heitið á nýggju útgávuni, er eitt kensluborið og sorgblítt lag, sum snýr seg um at sakna onkran og allar teir tankarnar sum fylgja við kenslunum.
Lagið er sum heild róligt, men rakar ein topp, har tað er stórt og lívligt. Maria á Lakjuni prýðir lagið sera væl, við sínum frálíku vokalum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/sakni-teg-enn
Sakni teg enn
orð & lag: Tormóður Petursson Djurhuus
Ein løta so stutt
kann fylla so nógv,
hvørt einasta orð
rørir meg enn.
Ein løta so løtt
kann viga so nógv,
hvørt einasta orð,
tað má vera prógv,
um alt tað sum var
og alt tað sum fór,
minnini tey rópa í kór.
Eg sakni teg enn
og alt sum var tá,
minnini frá tí tíð,
enn búgva í mær,
har blóð mítt tað slær,
í æviga tíð,
eri eg tín.
Eg sakni teg enn.
Alt líkist enn,
men heilt onnur verð,
tann friður tú bar,
ei longur býr her.
Tøgnin er tóm
og myrkrið so kalt,
veggirnir háða,
teir sóu alt.
Tær blómur sum gróðu,
teir litir tær góvu,
rósa mín gloym meg ei.
Eg sakni teg enn
og alt sum var tá,
minnini frá tí tíð,
enn búgva í mær,
har blóð mítt tað slær,
í æviga tíð,
eri eg tín.
Eg sakni teg enn.
oh-oh-oh
oh-oh-oh-oh-oh
Eg sakni teg enn
Oh-oh-oh
Oh-oh-oh-oh-oh
Eg sakni teg enn
Sakni teg enn
Eg sakni teg enn
og alt sum var tá,
minnini frá tí tíð,
enn búgva í mær,
har blóð mítt tað slær,
í æviga tíð,
eri eg tín.
Eg sakni teg enn,
eg sakni teg enn.