Nogle ting de varer kun en stund – Tina Mellem

Katalognummar: HJF650b
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Vørunummar: HJF650b Bólkar: , Tag:

Lýsing

Nogle ting de varer kun en stund

Sangurin “Nogle ting de varer kun en stund” (Nøkur ting vara bert eina løtu) er ein sangur, sum er skrivaður til lítlusystrina hjá Tinu, sum eisini syngur við í sanginum. Hon eitur Inger Paulina. Tina skrivaði sangin eina náttina, nakrir fáir dagar áðrenn hon flutti til Danmarkar í 2022. Lítlasystirin var so kedd, at hon skuldi flyta, so hon lá og græt inni hjá Tinu, inntil hon sovnaði. Tað særdi Tinu so nógv at síggja lítlusystrina verða so kedda, so hon skrivaði hendan sangin til hana. Sangurin snýr seg um at njóta løturnar, meðan tær eru har. Vit vita jú ongantíð 100%, hvat framtíðin hevur at bjóða, men allíkavæl mugu vit ganga frameftir. Eingin løta varir í ævir, so tá ið tær góðu løturnar eru har, mugu vit verða tilstaðar í teimum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/nogle-ting

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tina Mellemgaard

(orð, lag)

Tónleikarar

Tina Mellemgaard

(sang, gittar, klaver, synths, beats, bass)

Framleiðsla

Tina Mellemgaard

(framleiðsla, ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki