Lívsins balkong – Benjamin Rajani

Katalognummar: HJF662c
Útgávuár: 2025
Sangir: 1

Lýsing

Lívsins balkong

Nostalgiska triðja staklagið hjá Benjamin Rajani av debutfløguni

Lívsins balkong er ein innilig oda til gyltu ungdómsdagarnar og vinarlagsmegi. Við heitum melodium og ævintýrandi tekstum bjóðar lagið lurtaran at hugleiða um minnini og sambondini, sum mynda okkum.

Útgivið:
Á LP og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/livsins-balkong

Lívsins Balkong

Lívsins Balkong

Words & music: Benjamin Rajani

Sparkaðu
mánan í song –
náttin var okkara.
Loftaðu
summarinum –
ljósið var okkara.

Fjaldu hann nokk,
tankan á gátt:
Hvat er sum vinir?
Søgdu ei tað,
vit vistu av:
Onki sum vinir.

Kastaðu
okkum út í
tað, sum var ræðandi.
Beklaðu
larmandi, tí
vit vóru livandi.

Fjaldu hann nokk,
tankan á gátt:
Hvat er sum vinir?
Søgdu ei tað,
vit vistu av:
Onki sum vinir.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Benjamin Rajani

(orð & lag)

Tónleikarar

Benjamin Rajani

(sang, gittar)

Esben Svane

(trummur, klaverbass, gluckenspiel, elgittar)

Framleiðsla

Esben Svane

(framleiðslu & ljóðbland)

Aðrar útgávur við sama listafólki