Lýsing
KANN NAKAÐ MEIRA
21KNM útgeva ‘KANN NAKAÐ MEIRA’, sum er teirra næsta EP útgáva. Eitt ár síðan kom 21KNM við útgávuni ‘21KNM’, við løgum sum ‘B.Í.L’ og ‘MAT Í LUUX’ sum tey kendastu har frá. Nú eru teir klárir at útgeva tí mest spennandi útgávuna higartil.
Teir byrjaðu í einum kamari við einari mikrofon og einari teldu. Nú eru umstøðunar broyttar, tí nú hava teir eitt stórri kamar við einari mikrofon og einari teldu. Ein guitari er enntá komin uppá spæl! Hetta gevur teimum útgerðina, at skapa nakað serstakt.
Leiðin gongur fyrst til prairunar í Sørvági, har teir finna sína innara Country sál. Har neytamenn krossast og tíðin bara livir, kann ein finna seg púra vekk í sínum rossi. Tí kensluna fangar 21KNM við sanginum ‘Eg og Mítt Ross’.
So er fríggjadagur! Tá skal GEKKURIN ikki bara spælast, men livast. Glitchy beat, og endurtakandi tekstir, vísa á hvussu fangandi gekkurin er. Fantastiska kenslan tá Magnus snarar hjulið, er nakað sum 21KNM fangar.
Ofta fanga vit okkum sjálvi vekk í gomlum minnum. Fyri 21KNM, er hetta tað fyrsta minni, og tað er MAT Í LUUX. Onkuntíð er tað okay at gera okkurt fyri aðrufer, og lova sær sjálvum droyma til gamla tíðir. 21KNM útgevur MAT Í LUUX 2, tann næsti sangurin í røðini um at eta mat í luux. Fangandi beat, og stuttligir góðir tekstir, fanga essensina av hvat 21KNM er.
Lurta væl tá EP’in kemur út 16/05. Tað besta og mest spennandi avrikið hjá 21KNM higartil. Frá einum kamari við einum hugskoti, til pallar í øllum landinum. Tað vísur bara at 21KNM ‘KANN NAKAÐ MEIRA’
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: