Orð: Juliane Preisler Týðing: Edmund Williamson Lag: Matti Borg
Eitt hav, sum rurar seg í blund nú, Ein strond, ið dimmist so blítt, Sum reyðargull tað er, sum gykl, Ein friður røkk so vítt, Sum vit halda hendur.
Ein nátt, sum nærkast mild og mjúk nú, Eitt ljóð, ið viknar á veg, Sum purpur litað er, sum gykl, Ein sál, ið loysir seg, Sum vit lýða bylgjur. Eitt ljós, sum søkkur seg í tøgn nú, Ein sól, ið drálandi fer, So blá er summarnátt sum gykl, Eitt sinn, ið opið er, Sum vit fanga stjørnur.