Onki úrslit at finna.
Search by

Tormodur

Tormodur

Tormodur er ein ungur føroyskur sangari og sangskrivari, sum gav sítt fyrsta staklag út í januar 2022.
Sum sangari og sangskrivari er stílurin hjá Tormodur ymiskur, alt frá róligum og melodiskum sangara/sangskrivarapoppi til villan og lívligan popp.

Flestu løgini hjá Tormodur snúgva seg um onkran slag av kærleika og kenslum, skrivað úr hansara egnu lívisupplivingum, sum er við til at leggja eitt eyka lag av erligheit og sannføring í tónleikin hjá honum.

“Fyri meg byrjaði sangskriving sum ein máti at fáast við mínar egnu kenslur.

Tað var onkursvegna lættari at vera heilt erligur um mínar kenslur, tá tær skulu skrivast á eitt blankt pappír, heldur enn at vera erligur móti mær sjálvum ella nøkrum øðrum. Soleiðis eru flestu av mínum sangum skrivaðir, bara eg royni at rudda høvdið út.

Næstan allir mínir tekstir eru byrjaðir við niðurlagnum, og tað eru serliga niðurløgini, sum eru skrivað í tí hitanum ella kuldanum í løtuni, tá eg havi roynt at funnið útav mær sjálvum. Nógv av mínum versum snúgva seg um samanhang, fyri at geva eina djúpd og djúpari fatan av kenslunum, sum eru í niðurlagnum.“ – Tormodur

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.