Tina og Joenna

Tina & Joenna
“Eg var altíð tín” er ein kærleikssangur, sum Tina & Joenna skrivaðu til brúdleypið hjá teirra vinfólkum, Iris og Ólavur Nón, sum giftust 24.08.2024.
Sangurin snýr seg um ta løtuna, tá tú velur at siga ja til tann, tú elskar <3
Teksturin lýsir, hvussu tað følist at vera forelskað/ur, og hvussu tað er, tá forelskilsi fer frá at vera nakað, tú bert hoyrir um í lívinum hjá øðrum, til at vera nakað tú sjálv/ur sleppur at uppliva.
Sangurin var fyri fyrstu ferð framførdur til vígsluna hjá Iris og Ólavur Nón, tá ið tey júst høvdu givið teirra ja til hvørt annað.