Starlight

Starlight
Starlight byrjaði í seinnu helvt av sjeytiárunum, og spældi nógv til dans kring landið í sjeyti- og áttatiárunum. Eftir langan steðg hevur bólkurin luttikið á tveimum Ljósfestum í Vági ávikavist í 2023 og 2024. Bólkurin hevur havt ein dreym um at geva tónleik út síðani byrjan, og loksins eftir 40-45 ár er hetta blivið til veruleika.
Limirnir í bólkinum, sum eru úr Vági og Sumba, eru:
- Fimmboði Lisberg, sang og kassaguitar
- Jákup Hansen, sang
- Sámal Samuelsen, trummur
- Kári Lisberg, bass
- Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar