Petur Jacob Sigvardsen

Petur Jacob Sigvardsen
Petur Jacob Sigvardsen er ein av okkara virknastu sálma- og sangskrivarum. Hann hevur yrkt og týtt eitt stórt tal av sálmum og sangum, sum verða nógv sungnir í kirkjum og missiónshúsum kring landið. Nógvir av sálmum og sangum hansara eru at finna í Sálmabókini og í Missionssangbókini. Hesi seinastu árini eru eisini nógvir sálmar og sangir givnir út í bókarøðini ”Mær er sagt um ein stað” I-III.