NULL9

NULL9
Bólkurin NULL9 er næmingar úr 9.flokki úr Fuglafirði. Tey eru fødd í 2009 haðani navnið NULL9 stavar. Næmingarnir hava haft tónleikabreyt á skúlanum í Fuglafirði, og framført fleiri tøkuløg á skúlanum, eins og teirra egnu kring Føroyar eins og í Aalborg áðrenn hesa útgávuna.
Forsangarnir í bólkinum eru Christian Beder úr Fuglafirði og LennyGaardbo úr Leirvík. Jákup Simonsen á trummum, Jónas Hansen og Akiko Antonio á el-gittar, Sara Bjørt á Lakjuni á kassa gittar, Dánial Petur Abrahamsen á bass, Tóki Hentze á klaver, Victoria Lawal á streingjum og Josva Mikkelsen á padd.