Øll mín verð – NULL9

Katalognummar: HJF707
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 26. April
Vørunummar: HJF707 Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Øll mín verð – NULL9

Sangurin øll mín verð, er ein lættur og nostalgiskur sangur, ið inniheldur nakað, ið vit øll kenna okkum væl aftur í. At enda eitt ávíst tíðarskeið, har tøtt sambond eru knýtt, og nógv felags minnir eru skapt, verður ofta til eina kensluborna løta. Og tað eru júst hesir tankar, royndir og kenslur, ið sangurin øll mín verð, snýr seg um. Sangurin er ein fagnaður av løtum, minnum og øðrum, ið situr eftir, eftir ein lokna skúla, har tað ikki verður liti aftur við sorg, men við gleði. Og at hesar løtur og minnir, eru júst tað sum ger okkum til tey menniskju vit eru.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/oll-min-verd

Sí videolag her:

Øll mín verð – NULL9

Øll mín verð – NULL9

Orð:Dávur á Reynatrøð, Dánial Petur Abrahamsen, Christian Beder, Lenny Gaardbo,
Sara Bjørt á Lakjuni, Jónas Hansen, Tóki Hentze, Victoria Lawal, Josva Mikkelsen & Jákup Simonsen

Lag: Dávur á Reynatrøð

Minnist tú tann dag
tá fyrstu ferð vit gingu skúlan inn
Tá var taskan størri enn tú
Og fyrstuferð vit fingu skeld av flokslæraranum
Eg gloymi tað nokk aldrin

Tá eg breyt mítt hjarta ferð eftir ferð av somu gentu
Tað vardi í fleiri vikur
Og tá vinirnir teir ferð eftir ferð bara flentu
Nakrir ordans vinir

Ja, einaferð so flenna vit nokk eftir hesi tíð
sum nú er øll mín verð
Og teir vinir og tann kærleika eg prøvaði meg við
Tað setur síni spor

Minnist tú tann dag, tá vit skulkaðu til tín í skúlatíð
vit vóru sera skrappir
Til mamma tín hon ringdi púra svøk og skeldaði
“Hatta gera tit ei aftur!”

Tá vit koyrdu saman ferð eftir ferð á skutara
Man verður ikki troyttur
tá vit vóru saman ferð eftir ferð langar nætur
Ja, náttin bleiv til látur

Ja, einaferð so flenna vit nokk eftir hesi tíð
sum nú er øll mín verð
Og teir vinir og tann kærleika eg prøvaði meg við
Tað setur síni spor

Nú hetta lítla tíðarskeiðið runnið er avstað
Vit fara hvør sín veg
Men einaferð so møtast vit nokk aftur her ein dag
Og minnast teg og meg

Ja einaferð, so flenna vit nokk eftir hasi tíð
Sum tá var øll mín verð
Og teir vinir og tann kærleika eg prøvaði meg við
Tað setti síni spor

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Dávur á Reynatrøð

(sang, gittar, bass, klaver, synth)

Alvin Ellebye

(trummur, forritan, gittar)

Framleiðsla

Dávur á Reynatrøð

(framleiðsla, videolag)

Alvin Ellebye

(framleiðsla)