Helgi

Helgi
Helgi er tvørlistafólk og DJ úr Tórshavn, ið arbeiðir tvørtur um tónleik, ljóð og myndlist. Hansara tónlistarligi stílur sameinir house, teknó, disko, eksperimenterandi og alternativan popp. Listarliga viðger hann evni á ein álvarsaman, men tó komiskan hátt, ið gevur verkunum ein serstakan dám. Hóast hann serliga er kendur fyri síni ljóðlistaverk og DJ-framførslur, hevur Helgi í nógv ár virkið gjørt tónleik—hóast tað mesta enn ikki er útgivið. Teknó eigur lívið í mær er fyrsta útgávan í seks ár og er hetta fyrstuferð hann gevur út á Tutl.