Teknó eigur lívið í mær – Helgi

Katalognummar: FKT105
Framleiðsluár: 2024/2025
Sangir: 2

Útgávudato: 30. May
Vørunummar: HJF706a Bólkar: , ,

Lýsing

Teknó eigur lívið í mær

1. Teknó eigur lívið í mær
“Tað er anti-tónleikur…” segði onkur, og av onkrari orsøk festust hesi orðini í mær. Tey fangaðu júst ta kensluna eg hevði, tá eg gjørdi lagið—eitt føroyskt teknó-hitt við einum skvetti av acid, gjørt í einum landi, har akustiski gittarin er vorðin ímyndin av ‘ordiligum’ tónleiki… tá ið alt, tú veruliga vilt hava, er teknó. Teknó eigur lívið í mær er fyrsta útgávan í seks ár og er hetta fyrstuferð hann gevur út á Tutl.

2. Paradís (Tareq Remix)
Í 2022 remiksaði Tareq—annar helmingurin av DJ-/framleiðsluduoini Boys’ Shorts—hetta lagið. Vit komu fyrst í samband á netinum, og sum eg lærdi at kenna hansara tónleik, spurdi hann, um hann kundi remiksa Paradís frá 2019. Sjálvandi segði eg ja. Úrslitið? Ein banger. Eitt orkuríkt remiks, har basslinjan førir lagið fram á leið—tað kendist púra rætt at geva tað út saman við Teknó eigur lívið í mær.

Sanglisti:
1. Teknó eigur lívið í mær
2. Paradís (Tareq Remix)

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/tekno-eigur-livid-i-maer

Teknó eigur lívið í mær

Orð og tónleikur: Dan Helgi í Gong

Klárar tú at gera eitt lag uttan tín gittar?
klárar tú at nema hjørtu uttan at syngja?
tíni grep seyra út í allar ættir
men eg vil bara hava teknó

Teknó eigur lívið í mær (x4)

Teknó eigur lívið í mær
klárar tú at gera eitt lag uttan tín gittar?
klárar tú at nema hjørtu uttan at syngja?

Teknó eigur lívið í mær
tíni greb seyra út í allar ættir
men eg vil bara hava teknó

Teknó eigur lívið í mær

Teknó eigur lívið í mær (x2)
Teknó eigur lívið í mær

Teknó eigur lívið í mær
teknó eigur lív
teknó eigur lívið í mær
teknó eigur lívið í mær

Klárar tú at gera eitt lag uttan tín gittar?
teknó eigur lív
teknó eigur lívið í mær

Paradís (Tareq Remix)

Orð og tónleikur: Dan Helgi í Gong
Tulking: Tareq Souleiman

Gongur tú fullur?
Gongur tú eftir vegnum?
Hvar ert tú á veg?

Gongur tú í regninum?
Gongur tú eftir vegnum til paradís?

Gongur tú ígjøgnum ódnir?
gongur tú gjøgnum dalar?
Hvar ert tú á veg?

Gongur tú í mjørkanum?
Gongur tú eftir vegnum til paradís?

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Dan Helgi í Gong

(sangur, synth, slagverk og lagt til rættis á 1 og 2, trummuforritan á 1)

Tareq Souleiman

(synth, trummuforritan og lagt til rættis á 2)

Framleiðsla

Dan Helgi í Gong

(framleiðsla)

Brynjolfur á Heygum

(klipping, ljóðbland á 1)

Tareq Souleiman

(tulking, ljóðbland á 2)

Geoff Pesche

(frumband)