nú æt eg Brúðardrongur / Traðardrongur – Silvurdrongur

Katalognummar: HJF694d
Útgávuár: 2024
Sangir: 2

 

Lýsing

nú æt eg Brúðardrongur / Traðardrongur

Tvey tey seinastu stakløgini av komandi plátuni “nú æt eg eftir ánni” hjá Silvurdrongi eru nú leyslatin: Brúðardrongur og Traðardrongur. Talan er um tvey staðbundin løg, sum viðgera ávís hugløg á tveimum støðum í Havn: Undir Brúnni og í plantasjuni. Brúðardrongur snýr seg nemliga um barndómsgrannalagið hjá Silvurdrongi, Undir Brúnni, her nýggja plátan eisini varð upptikin. Í tvey áratíggju hevur ein brúgv staðið hálvbygd har uppi, sum Sundsvegurin endar. Nú verður tað arbeiðið endiliga gjørt liðugt, og húsini verða rivin niður, har tónleikurin er upptikin, so at brúgvin kann gerast heil. Ringrásin er fullkomin. Traðardrongur er ein klubbutur bangari, sum snýr seg um plantasjuna um náttina, tá hassjarir, blottarir og heksin í skóginum eru leys og lúra millum trøini. Hartil hoyrir sjálvandi eisini ein tilsiping til Eitt sunnukvøld í Plantasjuni. Ein tilsiping, ið leggur dent á tað lúrandi og tráfylgjandi, sum býr í føroyska fólkaklassikaranum. Hetta eru sum sagt tvey seinastu løgini av plátuni “nú æt eg eftir ánni”, sum fæst til keyps sum LP vinylpláta í Tutl 17. juli. Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, eisini kallaðar Ayphin, sum hevur framleitt plátuna í samstarvi við Trygva Danielsen.

Sangir:
1. Brúðardrongur
2. Traðardrongur

Útgivið:
Á plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/brudar-tradardrongur

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Eyðfinn B. Lamhauge

(samples & beat)

Trygvi Danielsen

(sang & samples & synth)

Framleiðsla

Trygvi Danielsen

(samframleiðsla)

Eyðfinn B. Lamhauge

(framleiðsla)

Jens L. Thomsen

(ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumbland)

Aðrar útgávur við sama listafólki